So eru vit viðaftur

Eftir ein heldur langan steðg, har millum lítið og einki hevur verið skrivað ella lagt út, er ætlanin at fá gongd aftur á síðuna. Heimasíðu verturin hevur lagt meir orku í aðrar uppgávur, men nú verður sett eitt sindur meir ferð á síðuna.
Nú fótbólturin byrjar aftur er ætlanin at eg skal fara at taka myndir frá teimum dystum sum eg fari til. Vónandi koma tit at vitja síðuna væl, tí tað er jú meiningin við tí heila.
Heimasíðan skal eisini við tíðini fáa nakrar náttúrumyndir. Eg havi tikið nógvar myndir upp gjøgnum tíðina, so vónandi fái eg lagt onkrar út á síðuna nakað skjótt.
Tú ert sjálvandi altíð vælkomin at rógva aftur á LAMHAUGE.NET