Kvøldskúlin í Runavík 2008

Runavíkar kvøldskúli hevði um vikuskiftið sína árligu framsýning.
Framsýningin var sera fjøllbroytt og sigast má at nógv var komi burtur úr hjá luttakarunum.
Framsýningin var sett leygardagin av varaborgarstjóranum og løgtingsmanninum, Kára P. Højgaard. Talan sum hann helt liggur úti á heimasíðuni hjá Sjálvstýrisflokkinum, http://www.sjalvstyri.fo
Síðan var frítt hjá fólki at ganga runt í nýggja skúlanum í Runavík og hyggja at tí sum var komi burtur úr í kvøldskúlanum veturin 07/08.

Myndir frá framsýningini