Í morgun var stórur eldur umborð á stóra trolaranum Athena, ið liggur við kei í Runavík.
Ymiskar umvælingar skuldu gerast umborð á skipinum, men í dag liggur skipið sum eitt vrak við keiina í Runavík.
Eldurin kyknaði umleið kl.1 í nátt, og skipið hevur brent í alla nátt og langt út á dagin.